FM verður skotið á fløtuni í Hoydølum, men kann vegna líkindi ella stórt luttakaratal verða flutt til Miðvágs

Klárt at tekna seg til FM uttandura

  • 10.aug.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Kappast verður um FM uttandura í bogaflokkunum recurve, compound og berboga. Leinki at tekna seg er niðast í greinini

FM uttandura verður 29. ella 30. august, alt eftir, hvussu veðrið er.

Kappast verður í recurve, compound og berboga (barebow), og kappingin verður skipað sum 720-umfar, har skotið verður tvær ferðir 36 pílar. Frástøðan er 70 metur hjá recurve-skjúttunum og 50 metur hjá compound- og berbogaskjúttunum.

Skotið verður á skjótibreytini í Hoydølum, men um nógv fleiri tekna seg enn undanfarin ár, ella líkindini hátta seg soleiðis, kann tað verða neyðugt at flyta kappingina til Miðvágs.

Tað verður kunnað nærri um hetta, tá kappingin nærkast.

FM-kappingin er fyri vaksnar skjúttar – ella í hvussu er skjúttar, sum orka at skjóta 72 pílar í nevndu frástøðum.

Til ber at tekna seg til FM uttandura HER.

Aftur