Góð byrjan upp á vetrarkappingina

  • 11.nov.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

Áhugin at luttaka var stórur, og nógvir spennandi dystir vóru í fyrstu innandurakappingini í vetur, sum var skotin í Havn. Hjá compoundmonnunum bleiv finalan avgjørd í teprari shoot off-duell

Tilsamans 34 tiltekningar vóru til fyrstu innandurakappingina í bogaskjóting í vetur, sum var skotin í skjótihøllini hjá Tambum á skipasmiðjuni í Havn. Nakrir skjúttar skutu gaman í í tveimum aldursbólkum, og eitt avboð var, so samlaða talið av skjúttum var eitt sindur lægri, men talan var kortini um góða luttøku hjá bæði børnum og vaksnum.

Mest spennandi kappingin hjá teimum vaksnu sunnudagin var tann hjá compoundmonnunum, tí har mátti finalan millum Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen, liðfelagar úr Ørvi, gerast av í eini sera spennandi shoot off-duell.

Compound menn

Níggju skjúttar kappaðust í bólkinum. Og teir báðir blivu eisini ávikavist nummar eitt og tvey í innleiðandi kappingini, har restin av raðfylgjuni var henda: Kaj Johannesen, Narvi E. Jensen, Hans Petur Højgaard, allir úr Ørvi, Jógvan Niclasen, Tambar, Samuel Petersen, Jónas B. Poulsen og Rói Højgaard, allir úr Ørvi.

Feðgarnir Jóannes og Jónas møttust í fjórðingsfinaluni, sum Jóannes vann 146 – 125. Hans Petur vann sína fjórðingsfinalu á Narva 143 – 140, Kaj vann 145 – 141 á Jógvani, og Nikkel vann 143 – 142 á Samuel.

Jóannes vann síðan 146 – 142 á Hans Peturi í hálvfinaluni, og Nikkel vann sína meira tepurt 143 – 142 á Kaj.

Hans Petur tryggjaði sær síðan bronsuheiðursmerkið við at vinna 140 – 137 á Kaj.

Eftir var so bara finalusamanbresturin millum Jóannes og Nikkel, sum bleiv ein sannur gysari. Tá teir høvdu skotið sínar regluligu 15 pílar í part, stóð á jøvnum 145 – 145, og so mátti fyrsta innandurafinalan hjá compoundmonnunum í vetur gerast av við shoot off. Og eisini tann duellin bleiv so tepur, sum til bar, tí teir raktu báðir 9’aran. Jóannes var tó næstur miðjuni og tryggjaði sær tískil gullheiðursmerkið, meðan Nikkel mátti lata sær lynda at vinna silvurheiðursmerkið.

Compound menn. Nikkel Petersen (Ørvur), silvur, Jóannes Poulsen (Ørvur), gull, og Hans Petur Højgaard (Ørvur), bronsu


Compound kvinnur

Amy við Rætt úr Ørvi tók beinanvegin nøkur ordans skarvslop í skjótimenningini, tá hon í fjør vetur legði recurvebogan frá sær og fór at skjóta við compoundboga. So væl gekst hjá henni, at hon endaði við at koppa Anju Eydnudóttir úr Vágaskoti í FM uttandura seint í august.

Í compoundkappingini hjá kvinnunum sunnudagin kom Anja afturíaftur, men hon fekk skarpan gang frá Amy.

U16-skjúttin Marta B. Poulsen úr Ørvi bjóðaði eisini av í bólkinum hjá teimum vaksnu compoundskjúttunum, so tær vóru tríggjar tilsamans.

Anja vann inleiðandi kappingina við 548 stigum, men Amy var beint í hølunum á henni og vann sær annaðplássið við 546 stigum. Marta fekk 468 stig á triðjaplássi, men megnaði til fulnar at vísa, at hon orkar at skjóta eina heila kapping í 18 metur frástøðu.

Við at vinna innleiðandi kapingina slapp Anja beinleiðis í finaluna, meðan Amy og Marta skuldu skjóta hálvfinalu um hitt finaluplássið.

Amy vann hálvfinaluna trygt  140 – 115, og í finaluni móti Anju bleiv spenningur til seinasta píl. Tá av tornaði, vann Anja finaluna 134 – 132.

Compound kvinnur. Amy við Rætt (Ørvur), silvur, Anja Eydnudóttir (Vágaskot), gull, og Marta B. Poulsen (Ørvur), bronsu

Marta B. Poulsen úr Ørvi fekk 468 stig í innleiðandi kappingini í síni fyrstu kapping saman við teimum vaksnu compoundkvinnunum


Recurve kvinnur

Seinastu árini hevur compoundbogin verið meira lokkandi enn recurvebogin hjá teimum vaksnu skjúttununum, men enn klára serliga recurvekvinnurnar væl at halda tørn.

Tær vóru sostatt fýra í tali, sum kappaðust í fyrstu innandurakappingini í vetur.

Tóra Dinna Reynskor úr Vágaskoti hevur hildið ein steðg, men var við aftur sunnudagin, og hon vann innleiðandi kappingina framman fyri Rebekku Lindudóttir Olsen úr Tambum á øðrum plássi, Mariannu Reynskor úr Vágaskoti á triðja plássi og Vanju Djurhuus úr Vágaskoti á fjórða plássi.

Í hálvfinaluni vann Tóra Dinna 6 – 0 á Vanju, og Rebekka vann eisini 6 – 0 á Mariannu

Marianna vann síðan 6 – 2 á Vanju í bronsudystinum. Stórur spenningur var tó í finaluni millum Tóru Dinnu og Rebekku. Har stóð tað á jøvnum 4 – 4, áðrenn Tóra Dinna tryggjaði sær sigurin við at vinna seinasta og avgerandi umfarið, so endastøðan bleiv 6 – 4 til hana.

Recurve kvinnur. Rebekka Lindudóttir Olsen (Tambar), silvur, Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), gull, og Marianna Reynskor (Vágaskot), bronsu


Recurve menn

Pauli Mortensen úr Tambum og Leivur Joensen úr Vágaskoti vóru einsamallir kappingarneytar í kappingini hjá recurvemonnunum. Men har fyri bleiv talan um eina sera spennandi finalu-hólmgongu, eftir at Pauli hevði vunnið innleiðandi kappingina.

Pauli vann tað fyrsta umfarið í finaluni, men síðan vann Leivur tvey tey næstu og kom tískil framum 4 – 2. Tá gjørdi Pauli tó bart og vann tvey tey næstu umførini og vann tískil finaluna 6 – 4.

Recurve menn. Pauli Mortensen (Tambar), gull, og Leivur Joensen (Vágaskot), silvur


Leivur Joensen úr Vágaskoti setti persónligt met við 482 stigum í innleiðandi kappingini


Compound dreingir U18

Kappingarnar hjá U18 eru nú endaliga fluttar til sunnudag, tá tey vaksnu kappast.

Í Havn sunnudagin var bara ein bólkur umboðaður, nevniliga compounddreingirnir. Teir tríggir, sum kappaðust, vóru allir úr Ørvi. Narvi E. Jensen vann innleiðandi kappingina, Jónas B. Poulsen bleiv næstur og Rói Højgaard nummar trý.

Jónas vann síðan hálvfinaluna móti Róa 135 – 122.

Finalan millum Narva og Jónas gjørdist tó sera spennandi, tí trý av teimum fimm umførunum endaðu javnt, og teir vunnu hvør sítt.

Narvi endaði tó omaná, tá av tornaði, tí hann vann triðja umfarið við trimum stigum meira enn Jónas, sum bert megnaði at hála eitt stig inn aftur í seinasta umfarinum, sum hann vann. Samanlagda finaluúrslitið bleiv 140 – 138 til Narva.

Compound U18. Jónas B. Poulsen (Ørvur), silvur, Narvi E. Jensen (Ørvur), gull, og Rói Højgaard (Ørvur), bronsu


Jónas B. Poulsen úr Ørvi setti persónligt met við 553 stigum í innleiðandi kappingini


Rói Højgaard úr Ørvi setti eisini persónligt met við sínum 519 stigum í innleiðandi kappingini


​Góð luttøka og spenningur hjá børnunum

Leygardagin kappaðust U12 of U16, og luttøkan var væl frægari, enn hon oftast plagdi at vera seinasta vetur.

Kappast varð í fimm bólkum, í fýra teirra var ikki stórvegis spenningur um úrslitini, men spenningurin og dramtikkurin, sum kanska vantaði í hinum bólkunum, var við lít hjá compoundgentunum í U16.

Compound gentur U16

Marta B. Poulsen úr Ørvi hevur leingi verið einsamøll genta at tekna til kapping við compoundboga, men í heyst er tað eydnast henni at yvirtala vinkonuna Vár Fagradal Hansen at byrja at venja eisini.

Vár tykist hava framúr evni at skjóta við boga og píli og hevur ment seg við rúkandi ferð. Tað gav av sonnum at bíta leygardagin, tá hon vann á Martu í finaluni.

Tær kappaðust einsamallar í compoundbogabólkinum gentur U16, og Marta vann innleiðandi kappingina tepurt við 519 stigum móti 514 til Vár.

Finalan bleiv sera spennandi, hóast Vár legði seg fýra stig framum longu í fyrsta umfari, sum hon vann 28 – 24.

Kanska fekk Marta ein skelk longu tá, men hon minkaði tó um munin longu í øðrum umfari, sum hon vann 26 – 25, og tá hon so gjørdi eitt størri hál í triðja umfari við at vinna tað 28 – 25, stóð á jøvnum 78 – 78, tá seks pílar í part – tvey umfør – vóru eftir at skjóta.

Í avgerandi endabrestinum var tað tó Vár, sum hevði teir tiltiknu marginalarnar við sær. Hon vann fimta umfarið 28 – 27, og økti aftur um munin við einum stigi í seinasta umfarinum, sum hon vann 27 – 26.

Samanlagdi finalusigurin hjá Vár bleiv tískil 133 – 131.

Compound gentur, U18. Marta B. Poulsen (Ørvur), silvur, og Vár Fagradal Hansen (Ørvur), gull


Í teimum yngstu bólkunum vóru kappingarnar undirhaldandi, men stórvegis spenningur um úrslitini var ikki.

Berbogi gentur U12

Tríggjar gentur í U12 kappaðust við berboga í átta metur frástøðu. Kitty-Gunn Joensen úr Tambum vann innleiðandi kappingina, Ása Joensen úr Vágaskoti bleiv nummar tvey og Nelly Petersen úr Ørvi nummar trý.

Og soleiðis sá raðfylgjan eisini út, tá finaluskjótingin var av.

Í hálvfinaluni vann Ása 6 – 0 á Nelly, og Kitty-Gunn vann eisini 6 – 0 í finaluni móti Ásu.

Berbogi gentur, U12. Ása Joensen (Vágaskot), silvur, Kitty-Gunn Joensen (Tambar), gull, og Nelly Petersen (Ørvur), bronsu


Berbogi dreingir U12

Hjá dreingjunum við berboga í U12 vóru liðfelagarnir Viljam Thorsteinsson og Tummas Eivindarson úr Tambum einsamallir.

Viljam vann innleiðandi kappingina greitt, men í finaluni var púra vent í holuni, tí hana vann Tummas 6 – 0.

Berbogi dreingir, U12. Viljam Thorsteinsson (Tambar), silvur, og Tummas Eivindarson (Tambar), gull

Recurve dreingir U12

Gongdin hjá recurvedreingjunum í U12 var meinlík henni hjá berbogadreingjunum. Bara Magnus Mortensen úr Tambum og Kristian Fríði Næs Tavsen úr Vágaskoti kappaðust.

Magnus vann innleiðandi kappingina, men í finaluni gjørdi Kristian Fríði bart og vann 6 – 0.

Recurve dreingir, U12. Magnus Mortensen (Tambar), silvur, og Kristian Fríði Næs Tavsen (Vágaskot), gull


Recurve dreingir U16

Tríggir recurveskjúttar høvdu teknað seg til kappingina hjá dreingjunum í U16, har skotið verður í 12 metur frástøðu. Arthur Vest Olsen úr Tambum vann innleiðandi kappingina framman fyri Paula Johannesen úr Ørvi, og Poul Jóhannes Næs Tavsen úr Vágaskoti bleiv nummar trý.

Pauli vann hálvfinaluna móti Poul Jóhannes 6 – 0, og 6 – 0 bleiv eisini úrslitið í finaluni – men her var tað Arthur, sum vann á Paula.

Recurve dreingir, U16. Pauli Johannesen (Ørvur), silvur, Arthur Vest Olsen (Tambar), gull, og Poul Jóhannes Næs Tavsen (Vágaskot), bronsu


Øll úrslitini frá kappingini í Havn:


Úrslit, U16 og U12 leygardagin 7. November

Gentur berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Kitty-Gunn Joensen (Tambar), 180+180 = 360.

Ása Joensen (Vágaskot), 73+60 = 133.

Nelly Petersen (Ørvur), 52+35 = 87.

Hálvfinala:

Ása – Nelly, 6 – 0.

Finala:

Kitty-Gunn – Ása, 6 – 0.


Dreingir berbogi U12, 8 metur

Innleiðandi:

Viljam Thorsteinsson (Tambar), 93+123 = 216.

Tummas Eivindarson (Tambar), 149+0= 149.

Finala:
Tummas – Viljam, 6 – 0.

Dreingir recurve, U12, 8 metur

Innleiðandi:

Magnus Mortensen (Tambar), 129+136 = 265.

Kristian Fríði Næs Tavsen (Vágaskot), 71+165 = 236.

Finala:

Kristian Fríði – Magnus, 6 – 0.


Gentur compound U16, 12 metur

Innleiðandi:

Marta Blábjørg Poulsen (Ørvur), 254+265 = 519.

Vár Fagradal Hansen (Ørvur), 256+258 = 514.

Finala:

Vár – Marta, 133 – 131.


Dreingir recurve, U16, 12 metur

Innleiðandi:

Arthur Vest Olsen (Tambar), 240+252 = 492.

Pauli Johannesen (Ørvur), 213+208 = 421.

Poul Jóhannes Næs Tavsen (Vágaskot), 88+170 = 258.

Hálvfinala:

Pauli – Poul Jóhannes, 6 – 0.

Finala:

Arthur – Pauli, 6 – 0.


Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, sunnudagin 8. November

Dreingir compound, U18, 18 metur

Innleiðandi:

Narvi E. Jensen (Ørvur), 282+287 = 569.

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 276+277 = 553.

Rói Højgaard (Ørvur), 248+271 = 519.

Hálvfinala:

Jónas – Rói, 135 – 122.

Finala:

Narvi – Jónas, 140 – 138.

Kvinnur compound

Innleiðandi:

Anja Eydnudóttir (Vágaskot), 273+275 = 548.

Amy við Rætt (Ørvur), 274+272 = 546.

Marta Blábjørg Poulsen (Ørvur), 239+229 = 468.

Hálvfinala:

Amy – Marta, 140 – 115.

Finala:

Anja – Amy, 134 – 132.

Menn compound

Innleiðandi:

Jóannes Poulsen (Ørvur), 294+293 = 587.

Nikkel Petersen (Ørvur), 288+289 = 577.

Kaj Johannesen (Ørvur), 284+286 = 570.

Narvi E. Jensen (Ørvur), 282+287 = 569.

Hans Petur Højgaard (Ørvur), 276+284 = 560.

Jógvan Niclasen (Tambar), 276+284 = 560.

Samuel Petersen (Ørvur), 282+277 = 559.

Jónas B. Poulsen (Ørvur), 276+277 = 553.

Rói Højgaard (Ørvur), 248+271 = 519.

Fjórðingsfinalur:

Jóannes – Jónas, 146 – 125.

Hans Petur – Narvi, 143 – 140.

Kaj – Jógvan, 145 – 141.

Nikkel – Samuel, 143 – 142.

Hálvfinalur:

Jóannes – Hans Petur, 146 – 142.

Nikkel – Kaj, 143 – 142.

Bronsudystur:

Hans Petur – Kaj, 140 – 137.

Finala:

Jóannes – Nikkel, 145 – 145, Shoot-off, 9+ - 9.

Kvinnur recurve

Innleiðandi:

Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 246+232 = 478.

Rebekka Lindudóttir Olsen (Tambar), 238+231 = 469.

Marianna Reynskor (Vágaskot), 181+187 = 368.

Vanja Djurhuus (Vágaskot), 164+137 = 301.

Hálvfinalur:

Tóra Dinna – Vanja, 6 – 0.

Rebekka – Marianna, 6 – 0.

Bronsudystur:

Marianna – Vanja, 6 – 2.

Finala:

Tóra Dinna – Rebekka, 6 – 4.

Menn recurve

Innleiðandi:

Pauli Mortensen (Tambar), 244+259 = 503.

Leivur Joensen (Vágaskot), 248+234 = 482.

Finala:

Pauli – Leivur, 6 – 4.


Aftur