Myndirnar eru frá FM uttandura í fjør

FM uttandura fyri framman

  • 09.aug.2026
  • Lagt út hevur: Nevndin 

FM-kappingin í uttandura í bogaskjóting verður á skjótibreytini í Hoydølum 29. ella 30. august

Seinasta vikuskiftið í mánaðinum verður kappast um føroyameistaraheitið í uttandura bogaskjóting. Kappingin verður annaðhvørt leygardagin 29. august ella sunnudagin 30. august, alt eftir, hvussu veðrið er.

Sum vant verður skotið á skjótibreytini í Hoydølum, um veður og pláss loyva tí – um neyðugt kann kappingin verða flutt til Miðvágs.

Kappingin verður skipað sum 720-umfar, og tekningarlistin verður lagdur út í morgin 10. august.

Aftur