FM hjá recurve-monnunum er framskundað
- 12.aug.2026
- Lagt út hevur: Nevndin
Recurve-menninir kappast um FM uttandura longu nú leygardagin ella sunnudagin. Freistin at tekna seg er fríggjakvøldið á midnátt
Eftir ynski frá mannligu recurve-skjúttunum er uttandura FM-kappingin hjá teimum framskundað til leygardagin 15. august klokkan 10 ella somu klokkutíð dagin eftir, um veðrið er betri tann dagin. Tað verður kunnað neyvari um hetta fríggjadagin.
Freistin at tekna seg er fríggjakvøldið á midnátt, og tekningarleinkið er HER.
FM í hinum bólkunum verður, sum áður lýst, seinasta vikuskiftið í mánaðinum, 29. ella 30. august.